Nevndin í Talvsamband Føroyum hevur kunngjørt, at komandi føroyameistaraskapurin fyri einstaklingar verður leiktur í Sandavági. Seinast FM var í Vágunum var í 1984 tá telvað var í skúlanum í Giljanesi. Tá vann tann bert 20 ára gamli Torkil Nielsen FM fyri fyrstu ferð.
Vit ynskja Gutta Petersen og hansara monnum í Sandavágs Talvfelag góðan byr við FM-fyrireikingunum.