FM 2012 í Fjallasúkkling á Marathon teininum

Sunnudagin skipaði Fjallasúkklufelagið MTBfo fyri einari marathon fjallasúkkling. Kappast var á rossagøtuni frá Hotel Føroyar og niðan niðan fyri oyggjarvegin til Kleynisvarða og oman aftur oman fyri vegin.

 

Kappingin varð skipað sum bólkakapping, og vóru tað hesir bólkar og teinurin teir skuldi súkkla:

 

• Vaksin (+17) súkklaðu í 3 tímar

• U17 (15,16,17) súkklaðu 3 umgangir

• U15 (14,15) súkklaðu 2 umgangir

 

FM Fjallallasúkkling skrivar í tíðindaskrivi, at skjótt sást, at Helgi Winther Olsen var best fyri, men honum á baki kom Bogi Kristiansen, sum vit í Føroyum best kenna frá landavegssúkkling. Gunnar Dahl-Olsen lá leingi einsamallur millum Boga og Høgna Rúnason Øster, sum punkteraði á fyrsta umgangi. Men Høgni tók seg spakuliga nærri og nærri Gunnari til hann á seinasta umgangi loksins fór framum.

 

Fimti maðurin í marathon súkklingini, Sigmun Olsson, fekk bert tríggjar umgangir. Hann fekk tekniskar trupuleikar við súkkluni og mátti tíverri gevast.

 

Í Bólkinum U17 var tað Jóannis Albert Nielsen, ið dró longsta stráðið móti Una Vitalis.

 

Og í Bólki U15 var tað Rúnar Bogason, ið kom fyrstur á mál, hóast hann ikki er vanur við at súkkla tílikar brekkur, av tí at hann býr í Danmark.

 

Rutan har súkklað varð sæst her: http://connect.garmin.com/activity/233555565 og/ella í facebook bólkinum “MTB í FO”