Hóast Erla Kongsdóttir royndi, eftir at starturin hevði verið einki serligur, so megnaðu tær úr Fuglafirði ikki at hótta tær úr Miðvági. Frúgvin tók nøkur rimmar tøk beinanvegin, og Frúgvin stýrdi róðrinum allar 901,3 metrarnar.
Starturin hjá Erlu Kongsdóttir var einki serligur, og tað gekk ein løta, áðrenn kvinnurnar úr Fuglafirði so at siga fótaðu sær.
Framvið Molanum róði Erla Kongsdóttir væl, men teimum eydnaðist at hótta Frúnna, sum var skutin frammanfyri, tá ið hon fór um málið. Tillukku við FM heitinum!
Úrslit
1 Frúgvin 04:42.01
2 Erla Kongsdóttir 04:43.12
3 Ritan 04:48.18
4 Hvassi 04:51.15
5 Blikur 04:54.16
6 Sandingur 05:04.24
Endaliga støðan
1 Frúgvin 46
2 Erla Kongsdóttir 45
3 Hvassi 32
4 Ritan 31
5 Blikur 21
6 Katla 2
7 Sandingur 2