Leygardagin 12. mars 2005, verður árliga finalan, har føroyameistaranir fyri pør skulu finnast. Kappingin er altíð ein av teimum best umtóktu kappingunum, ið FBS skipar. Finalan byrjar kl. 10:00 og verður hon leikt í Bridgehúsinum í Havn. Spæld verða 76 spøl.
Fyri at koma í finaluna, hava øll tey 20 pørini, ið eru komin í finaluna, kappast í einari hálvfinalu, sum varð leikt síðst í februar. Í hálvfinaluni varð skipað í tveimum røðum.
Vinnarinir av tí gula raðinum gjørdist:
Høgni Jacobsen - Finn Ougaard
Vinnarinir av tí grøna raðinum gjørdist:
Heðin Mouritsen - Jóannes Mouritsen
Tey 20 pørini, ið luttaka í finaluni:
Høgni Jacobsen - Finn Ougaard
Eilif Petersen - Petur A. Johannesen
Salomon Johansen - Zakaris Joensen
Eyðun Jensen - Georg Egholm
Kaj Alstrup - Høgni Hansen
Ásla Weihe - Hallgerð Hansen
Dia Jacobsen - Jógvan Ranghamar
Jón Andreasen - Danny Danielsen
Allan Dal-Christiansen - Magni Jøkladal
Heðin Mouritsen - Jóannes Mouritsen
Marjun Restorff - Arnleyg Mikkelsen
Bogi Simonsen - Símin Lassaberg
Helgi Joensen - Niels Nielsen
Eyðun S. Olsen - Dikta Ellingsgaard
Marner Joensen - Árni Dam
Oddmar Danielsen - Einar Ellingsgaard
Rói Á Rógvu Joensen - Jákup Hjaltalin
Carl Mikkelsen - Egil Helmsdal
Eyðun Jakobsen - Pól Joensen
Eyðun Anthoniussen - Robert Langaard
Spæl
Spælið er frá hálvfinaluni fyri pør í bridge. Tað vóru nøkur heilt fáa pør, ið meldaðu hendan stóraslemmin. Her síggja vit hvussu lætt tað var hjá Símin Lassaberg og Boga Simonsen.
Sp D43EK8752
Hj EKDBT8 9
Rú ED85 BT7
Kl -K85
2sp 1)
2nt 2)3rú 3)
4kl 4)4sp 5)
5kl 6)5hj 6)
7sp.
1) 6 lit í spar og 10 - 14 hp.
2) Spyr um hondina.
3) Min. við einari skeivari hond.
4) Spyr um kontrol í kleyv.
5) Havi kontrol í kleyv og tvey ess.
6) Spyr um tað er kleyvar ess, ið kontrollurin.
7) Havi ikki kleyvar ess og ikki trumf damu.
Lætt og elegant, men tá ið trumfurin sat 4 - 0 (10%) mátti slemmurin niður.