Nú er greitt nær FM finalurnar í bestu deildinum í hondbólti verða. Fyrsta finalan verður mikudagin 24. apríl og triðja og seinasta verður sunnudagin 28.apríl.
Hjá monnunum er framvegis ikki greitt hvør verður í finaluni. KÍF hevur langt síðani vunnið sær annað plássið, meðan H71 og VÍF bresta saman í høllini í Hoyvík leygardagin, har vinnarin sleppur í finaluna. H71 hevur eitt stig fleiri enn VÍF, men við sigri kunnu vestmenningar vinna seg í finaluna.
Fyrsta finalan hjá monnum verður mikukvøldið 24.apríl. Tá hevur H71 ella VÍF heimavøll. Síðani hevur KÍF heimavøll leygardagin 27.apríl og sunnudagin 28. apríl. Hendan fyrimunin hevur KÍF vunnið sær við blíva nummar eitt í landskappingini.
Allar finalurnar hjá kvinnum verða í høllini á Hálsi, tí bæði Neistin og Kyndil hava heimvølli á Hálsi. Fyrsta finalan verður hósdagin 25. apríl. Síðani spæla tær aftur leygardagin 27.apríl og møguliga sunnudagin 28.apríl.
Vinnur annað liðið báðar tær fyrstu finalurnar, so verður ongin triðja finala.
Skráin fyri FM finalurnar í hondbólti:
Mikudag 24.apríl
20.00 H71/VÍF KÍF í Vestmanna ella Hoyvík (Atlantic Airways)
Hósdag 25.apríl
20.00 Neistin Kyndil í Høllini á Hálsi (Fremsta Deild Kvinnur)
Leygardag 27. apríl
16.00 KÍF H71/VÍF í Ítróttarhøllini í Kollafirði (AA)
18.00 Kyndil Neistin Høllini á Hálsi (FDK)
Sunnudagin 28.apríl
14.30 Neistin Kyndil (á Hálsi) (FDK)
17.00 KÍF H71/VÍF í Ítróttarhøllini í Kollafirði (AA)