Hjá kvinnunum vóru tríggir luttakarar og í fyrsta kasti legði Jensia Lamhauge seg á odda við einum kasti sum bleiv mált til 24,59 m, meðan Randi Kúrberg legði seg á annað plássi við einum kasti uppá 18,50 m.
Henda støðan helt sær, men Randi hevði hug at ota seg nærri Jensiu, sum ikki fekk økt um longdina eftir fyrsta kast, og í síðsta kasti náddi Randi út á 23,70, sum bleiv hennara besta kast. Hetta var fyrsta kapping hjá Jensiu og má úrslitið sigast at vera stak gott. Randi Kúrberg vann FM í 97, men kastaði hesaferð næstan 5 metrar longri enn
ta ferðina fyri einum ári síðani..
Eingin ivi
hjá monnunum
Hjá monnunum legði Jørgin Meitilberg seg 10 metrar frammum allar hinar í fyrsta kasti og tað var ongantíð ivi um hvør fór at vinna kappingina.
Harafturímóti var stórur spenningur um hinar plaseringarnar. Jón Egholm, sum ikki hevur roynt spjótkast áður, legði seg longu tíðliga í kappingini á annað plássið við 36,70 m. Heri Ziska, sum royndi seg í einari fyri hann óvandari grein, legði seg á triðja plássið, meðan Niels Juel Arge lá sum nummar fýra. Niels Juel nærkaðist Hera, og í 5. umfari legði hann seg frammum og tók triðja plássið frá Hera við einum kasti, sum var 34,02 m. Heri svaraði aftur beinanvegin og kastaði 35,98. Tað hendu ongar broytingar í 6. umfari.
Tey endaligu úrslitini í FM í spjótkast gjørdust:
Kvinnur:
1. Jensia Lamhauge, Tórshavn ? 24,59 m
2. Randi Kúrberg, Bragdið ? 23,70 m
3. Ingibjørg Poulsen, Bragdið ? 15,23 m
Menn:
1. Jørgen Meitilberg, Bragdið ? 47,87 m
2. Jón Egholm, Tórshavn ? 36,70 m
3. Heri Ziska, Bragdið ? 35,98 m
4. Niels Juel Arge, Bragdið ? 34,02 m
5. Eyvind A. Hansen, Tórshavn ? 32,00 m
6. Høgni R. Øster, Tórshavn ? 30,63 m