FM stríðið er framvegis púra opið

Fyri triðju ferð í ár endaði tað í kvøld javnt millum EBS/Skála og KÍ kvinnurnar

Tað var undirhaldandi, og tað var spennandi, tá ið toppliðini í kvinnukappingini, EBS/Skála og KÍ, í kvøld hittust á Skála.

 

Tað endaði javnt – akkurát soleiðis sum tað er endað hinar báðar ferðirnar, tá ið EBS/Skála og KÍ fyrr í ár hava dystast í landskappingini. Við Margáir, sum er annar av heimavøllunum hjá EBS/Skála, endaði tað 3-3, og í Klaksvík endaði tað 1-1.

 

Úrslitið í kvøld var 1-1. Bæði málini vórðu skorað eftir steðgin. Birna Johannesen legði eitt lítið korter eftir steðgin heimaliðið framum við góðum skoti úr brotsteiginum. Eitt korter seinni sá tað uppaftur ljósari út hjá EBS/Skála, tí tá varð KÍ undirmannað. Maria K. Thomsen sá gult fyri aðru ferð, og harvið varð hon víst av vøllinum, og mótbrekkan hjá KÍ varð uppaftur brattari.

 

Meistaraliðið øll árini síðani ár 2000 fór tó ikki um koll, og eitt korter undan leikloki eydnaðist tað KÍ at javna, tá ið Olga Kristina Hansen fluktaði bóltin í málið, eftir at Rannvá B. Andreasen hevði spælt hana leysa.

 

EBS/Skála er trý stig frammanfyri KÍ, sum hevur spælt ein dyst færri enn toppliðið.

Síðsti og eftir øllum at døma fyri FM heitið avgerandi uppgerðin millum EBS/Skála og KÍ verður í Klaksvík leygardagin 8. oktober.