FM til Sandavágs

Sandavágs Talvfelag helt tørn, tá seinasta umfarið í lið­kappingini í talvi varð telvað leygardag seinnapart í Sandavági

Felagið var best fyri undan finalu­umfarinum og greiði 3-1 sig­urin á Vestmanna sementeraði, at gull­ið skuldi til Vágarnar.
Talan er um ein søguligan sig­ur, nú hetta er á fyrsta sinni at FM-heitið fer vestur í Vágar­nar síð­ani FM-kapp­ingin í talvi fór av bakka­stokki í 1970.
Stór mann­fjøld var savnað, tá Albert Ellefsen, borgarstjóri, í Vága komm­unu, bar fram røðu, har hann fegnaðist um avrikið og hand­aði gullkrónur til Torkil Nielsen, Rógva E. Nielsen, Høgna E. Nielsen, Olaf Berg og Carl Eli Nolsøe Samuelsen. Men eisini ungling­ar­nar hjá Sanda­vágs Talvfelag fingu drúgvar lógva­brestir fyri FM-sigurin í ung­linga­deildini.
Og merkis­vert er tað, at bert 13-ára gamli Høgni E. Nielsen telvdi 6 talv í bestu deildini og vann tey øll.
Í talv­høpi er talan um eitt satt bragd, soleiðis at knógva siðvandu feløgini úr Havnini, Vestmanna og Klaksvík.
Havnin stríddist manniliga, at fáa aftur Sandavág við 3-1 sigri á ver­andi FM-vinnarunum úr Klaks­vík­ini, hóast 1. borð, IM Helgi Dam Ziska, ikki hevði møguleika at vera við, nú hann luttekur í NM-høpi í Reykja­vík í hesum døgum.
Gutti Petersen, sum fyri meira enn 40 árum síðani sjósetti Sanda­vágs Talvfelag, var ovurfegin um Gullið. Havnar Telvingarfelag vann 2. Deild og flytir upp, meðan Skop­unar Talvfelag greitt vann 3. Deild og flytir upp í 2. Deild.


Endaliga støðan í 1. deild:
Sandavágur 29½
Havnin 27,0
Klaksvík 23½
Vestmanna 16,0
Klaksvík (2) 15,0
Sandavágur(2) 9,0 (flyta niður)