FM undankapping í estetiskum fimleiki

Leygardagin verður FM-undankapping í estetiskum fimleiki í Ítróttarhøllini á Hálsi.

Leygardagin verður FM-undankapping í estetiskum fimleiki í Ítróttarhøllini á Hálsi.

 

Kappingin byrjar klokkan 12:00 við pinkum og smágentum. Klokkan. 14:15 kappast gentur, kvinnuunglingar og kvinnur.

 

Til undankappingina verða 23 lið, sum kappast um at koma víðari til FM – finaluna. Feløgini sum luttaka eru: Flog, HF, Ljósið og Støkk.

 

Fýra tey bestu liðini úr hvørjum bólki koma víðari til FM-finaluna, sum verður sunnudagin klokkan 14:00 í Ítróttarhøllini á Hálsi.

 

Stigini frá innleiðandi kappingini fylgja við til FM, og út frá samanlagda úrslitinum verður FM vinnarin funnin. 

 

– Føroya Fimleikasamband ynskir øllum eina góða kapping.