Um vikuskiftið verða FM-finalurnar fyri yngru liðini í Trongisvági.
Í alt verða 8 finalur spældar og eru í alt 4 feløg umboðað. Liðini hava kappast siðani september ymsa staðni runt landið, og bæði tey fremstu liðini hava spælt seg í finalurnar.
Flogbóltssamband Føroya skipar fyri finalunum í samstarvi við TB, sum stendur fyri stórsta partinum av fyrireikingini - herundir at leggja á Taraflex-gólvið í høllini - soleiðis at umstøðurnar verða á altjóða støðihjá hesum ungu framtíðar flogbóltsspælarunum.
Soleiðis er leikskráin
Fríggjakvøld 11. mars:
Kl. 16.00 D14 Fleyr - SÍ
Kl. 17.15 MU SÍ - Fleyr
Kl. 18.45 G14 TB – SÍ
Leygardag 12. mars:
Kl. 10.00 D12 SÍ - Fleyr
Kl. 10.45 G12 TB - SÍ
Kl. 11.30 D16 SÍ – Fleyr
Kl. 13.30 G16 TB - SÌ
Kl. 15.45 KVU Fleyr - Mjølnir