FM1 hevur í vikuni verið á vitjan í Havnar Fysioterapi, har Beinta B. Laursen og Jóan Magnus L. Dalbø starvast til dagligt. Hendan vikan hevur tó verið eitt sindur øðrvísi, tí tey eru eisini fysioterapeutar hjá ávikavist B36 og HB.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini
Í samrøðuni við FM1 greiða tey eisini frá lutinum sum fysioterapeutur hjá einum fótbóltsliði. Tey siga bæði tvey, at tað er spennandi at arbeiða við ítróttarfólki, men ásanna eisini at treytirnar og umstøðurnar eru øðrvísi.
- Tað er stórur munur á um ein 40 ára gamal maður, sum arbeiðir á einum kontóri, fær eina fibur til ein innanduratíma, ella um ein toppspælari í føroyskum fótbólti fær eina fibur, greiðir Jóan Magnus Dalbø frá, og leggur afturat.
-Tann 40 ára gamli maðurin kann væl bíða nakrar innanduratímar og blíva klárur aftur, men fótbóltsspælarar og ítróttarfólk eru øðrvísi. Tey eru kappingarmenniskju og vilja sleppa aftur á vøllin sum skjótast, meðan liðið eisini hevur brúk fyri teimum, sigur Jóan Magnus. Beinta tekur undir við honum.
-Vit hava havt onkran, sum bleiv lappur saman til seinastu dystirnar í einum kappingarári, tí vit lógu til at vinna FM. Ítróttarfólk vilja spæla, og tað rinagasta tú kanst siga við teir er, at teir ikki sleppa á vøllin. Komandi dysturin er eisini altíð tann týdningarmesti. Teir liva fyri at spæla, og alt gongur upp í fótbólt. Tað er ringt at taka tað frá teimum, sigur Beinta Laursen.