FM1: Ætla at hava ein sterkan heimaskansa í Fløtugerði

(FM1) Hoyr ÍF-veteranin, Dánjal á Lakjuni seta orð á 3-0 sigurin hjá ÍF á EB/Streymi

Savnsmynd: ÍF

##med2##

 

Tað hevur hilnast væl hjá ÍF í Fløtugerði higartil. Í kvøld vunnu teir annan sigurin á heimavølli, og farna vikuskiftið vóru teir eina hársbreidd frá at knógva ein javnleik heim móti Víkingi. Í kvøld vann ÍF greiðan 3-0 sigur á EB/Streymi.

 

ÍF-EB/Streymur 3-0 (1-0)

 

1-0 Elias Lervig (45.)

 

2-0 Karl A. Løkin br.sp. (73.)

 

3-0 Gundur E. Petersen (82.)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við ÍF-veteranin, Dánjal á Lakjuni. 

 

Dánjal stórfegnast um trivaliga sigurin í kvøld, og slær fast, at teir í ÍF ætla, at vøllurin í Fløtugerði skal vera ein sterkur heimaskansi hjá ÍF. Komandi sunnudag skal ÍF spæla móti HB á ovara vølli í Gundadali, har tað hevur gingið stak illa hjá ÍF seinnu árini. Dánjal er tó vónríkur um, at ÍF kann gera TB kunstin eftir og fáa stig við sær aftur til Fuglafjarðar. 

 

Savnsmynd: ÍF

Samrøða: Dánjal á Lakjuni

Samrøða: Dánjal á Lakjuni