Fyri stuttum megnaði ÍF javnleik 2-2 móti B36 á Tórsvølli, har fáir marginalar manglaðu í, at ÍF vann 2-1. Tí vóru vónirnar góðar tá B36 vitjaði ÍF í Fuglafirði í dag, men tað endaði við einum 5-0 stórsigri til B36. Longu aftaná 12 minuttirs spæl var útiliðið á odda 2-0.
- Teir vóru frammanfyri 2-0, tá ið stórir 10 minuttir vóru farnir, og tað kostaði mentalt. Vit høvdu onkran góðan møguleika at svara aftur, men vit tóku ikki av, og so vóru vit langt frá tí, sum vit høvdu ætlað, segði ÍF-høvuðsvenjarin, Ólavur Larsen við FM1.
- Vit høvdu nakað at prógva eftir tvey ikki góð úrslit. Tá ið 12 minuttir vóru farnir, vóru vit frammanfyri 2-0. Mál broyta dystir, men hóast vit vóru frammanfyri 3-0 eftir fyrra hálvleik, so vóru vit ikki nøgdir við spælið. Vit avgjørdu, at tað var neyðugt at økja um leiðsluna, og tað eydnaðist. Vit vita væl, at tað hevur ikki gingið nóg skjótt fyri seg hjá okkum. Tað gjørdi tað í dag, og tað skal tað eisini gera næstu ferðirnar. Um tað eydnast, so havi eg gott mót, segði høvuðsvenjarin hjá B36, Dan Brimsvík við FM1.
ÍF – B36 0-5 (0-3)
0-1: Bjarki C. Nielsen (7.)
0-2: Magnus Holm Jacobsen (12.)
0-3: Andrass Johansen (45. +)
0-4: Benjamin Heinesen (59.)
0-5: Tobias Christensen br. (72.)
Á hesari ljóðfíluni frá SoundCloud: https://soundcloud.com/heri-rnason-simonsen/fm1-130521-if-b36-0-5-0-3-samrour-olavur-larsen-if-og-dan-brimsvik-b36
ber til at hoyra frá FM1:
1) Samrøða: Ólavur Larsen
2) Samrøða: Dan Brimsvík