FM1: Endurhoyr søguligu fyrstu VAR-avgerðina í Føroyum

(FM1) Endurhoyr Trónd Arge, Jens Martin Knudsen og Teit Joensen siga frá kolldømda danska málinum og fyrstu VAR avgerðini í Føroyum nakrantíð

##med2##

 

Fyrsta VAR-avgerðin nakrantíð er tikin í Føroyum. Tað hendi heilt móti endanum av fyrra hálvleiki av dystinum millum Føroyar og Danmark, har Danmark fekk eitt mál kolldømt.

 

Jóannes Hansen skrivaði soleiðis um søguligu hendingina: - Og so svaraði Danmark aftur. Odmar Færø var ikki nóg nærlagdur, tá ið hann ætlaði at sparka burtur, og eftir eitt tvey sendi Jonas Wind eitt sindur úr vinstru bóltin upp í handara síðunetið. Stórur skelkur millum føroyingarnar, stórur fagnaður millum danir, men so var VAR fyri fyrstu ferð avgerandi í Føroyum, tí dómarin kollddømdi fyri rangstøðu, og fagnaðurin millum eldhugaðu áskoðararnar var so stórur, sum hann hevði verið, um Føroyar høvdu havt skorað.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra Trónd Arge, frásøgumann hjá FM1, Jens Martin Knudsen og Teit Joensen siga frá kolldømda málinum og fyrstu VAR avgerðini í Føroyum nakrantíð.