FM1: ÍF-B36 klokkan 15 og Føroyar-Russland klokkan 17

Tróndur Arge verður frásøgumaður á Tórsvølli og Sjúrður H. Hoydal verður frásøgumaður í høllini á Hálsi

Seinnapartin í dag fer FM1 at siga frá bæði fótbólti og hondbólti.

Klokkan 15 fer Tróndur Arge at siga frá dystinum í Betrideildini á Tórsvølli millum B36 og ÍF. Fylgt verður við gongdini í hinum fýra dystunum: NSÍ-TB og EB/Streymur-HB, ið byrja klokkan 15, og B68-Víkingur og 07 Vestur-KÍ sum byrja klokkan 16. 

Klokkan 17 fer Sjúrður H. Hoydal at siga frá EM-undankappingardystinum í manshondbólti millum Føroyar og Russland. Andrias Eriksen verður viðmerkjari. Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna. 

Hondbólts- og fótbóltssamrøður koma út á in.fo gjøgnum dagin og kvøldið.

Øll kunnu hoyra FM1 HER