FM1: Føroysku kvinnurnar fingu seg væl royndar móti Íslandi

(FM1) Hoyr landsliðsvenjaran hjá føroyska kvinnulandsliðnum seta orð á 23-28 (11-15) tapið fyri Íslandi

##med2##

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti tapti fyrra venjingardystin móti Íslandi, ið var leiktur í høllini á Skála í kvøld.

 

Ísland vann dystin 28-23. Í steðginum var Ísland á odda 15-11.

 

Fyrstu átta minuttirnir í seinna hálvleiki vóru framúr, tá tað eydnaðist føroyska liðnum at koma upp á javnleik 16-16. Tó hevði liðið eina kreppuløtu, tá Ísland fór frá einari 21-20 leiðslu til eina 27-20 leiðslu.

 

Hóast tapið er Sonni Larsen, landsliðsvenjari framúr nøgdur at hava fingið dystir móti sterkari mótstøðu á heimavølli undan HM-undanundankappingardystunum móti Kosovo á útivølli 3. og 5. november.

 

Sonni er eisini fegin um, at tað eydnaðist nakrar leikarar í hesum dystinum. 

 

Sonni vónar, at fólk møta væl upp í Badmintonhøllini í Klaksvík í morgin seinnapartin klokkan 16.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 hevði við Sonna Larsen. 

 

Føroyar-Ísland 23-28 (11-15)

 

Føroyar: Jana Mittún 6, Marianna G. Eystberg 6, Maria H. Weyhe 2, Súna K. Hansen 2, Lív S. Poulsen 2, Ninna Katrin Johansen 1, Rannvá Olsen 1, Pernille Brandenborg 1, Ingibjørg Olsen 1, Lív B. Zachariassen 1. 

 

Ísland: Sandra Erlingsdóttir 6, Andrea Jacobsen 5, Perla Ruth Albertsdóttir 5, Steinunn Björnsdóttir 4, Thea Imani Sturludóttir 2, Þórey Rósa Stefánsdóttir 2, Díana Dögg Magnúsdóttir 1, Elín Klara Þorkelsdóttir 1, Rakel Sara Elvarsdóttir 1, Rut Arnfjörð Jónsdóttir 1.

 

 

 

 

 

Sonni Larsen, landsliðsvenjari um 23-28 (11-15) tapið fyri Íslandi

Sonni Larsen, landsliðsvenjari um 23-28 (11-15) tapið fyri Íslandi