FM1 hevur sett upp sendara til fuglfirðingar og gøtufólk

FM1 kann framyvir hoyrast á 96,9MHz í lurtitólinum hjá fuglfirðingum og gøtufólki

So er sendari hjá FM1 loksins settur upp á Varmakeldueiðinum, soleiðis at Gøtufólk og Fuglfirðingar kunnu hoyra FM1 betur.

 

Hetta merkir, at framyvir kann FM1 hoyrast í Fuglafirði og í Gøtu á 96,9 MHz í lurtitólinum.

 

- Vit gleðast um, at vit kunnu víðka um sendinetið og at fuglfirðingar og gøtufólk kunnu njóta ágóðan av at lurta eftir tónleikinum og sendingunum á FM1, sigur Petur Zachariassen, stjóri á FM1. 

 

Øll kunnu sjálvandi eisini hoyra FM1 og VoxPop á www.midlar.fo. Á heimasíðuni ber eisini til at finna samrøður og eldri sendingar. 

 

Í løtuni verður sendari settur upp á Prestlandi í Miðvági og verður tað seinasta staðið, har sendarar hjá FM1 vera settir upp á hesum sinni.