##med2##
KÍ – HB 2-2 (1-1)
0-1: Mikkel Dahl (11.)
1-1: Páll A. Klettskarð (14.)
1-2: Dan í Soylu (47.)
2-2: Árni Frederiksberg (90. +)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Trónd Arge og viðmerkjaran, Hjalgrím Elttør siga frá teimum fýra málunum, ið komu í oddadystinum við Djúpumýru í Klaksvík.
2) Hoyr samrøðu við ein vónbrotnan høvuðsvenjara hjá HB, Jonas Dal Andersen sum helt seg hava sigurin í pottinum.
3) Hoyr samrøðu við ein lættan høvuðsvenjara hjá KÍ, Mikkjal Thomassen sum tó ikki er nøgdur við summar dómaraavgerðir.
HER ber til at endurhoyra teir rokmiklu tríggir minuttirnir tá KÍ helt seg hava javnað til 2-2 við einum máli hjá Jóannesi Kalsø Danielsen.