##med2##
Leingi sá út til, at ÍF fór at knógva ein javnleik heim móti grannunum úr Eysturkommunu, men í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat skoraði Sølvi Vatnhamar sigursmálið til 2-1 til Víking.
ÍF-Víkingur 1-2 (1-1)
1-0 Jan Ellingsgaard (12.)
1-1 Jákup Johansen (40.)
1-2 Sølvi Vatnhamar (90. +)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Teitur Joensen siga frá málunum Víkingur skoraði í Fuglafirði í kvøld.
2) Hoyr samrøðuna Teitur gjørdi við ein vónsviknan høvuðsvenjara hjá ÍF, Ólavur Larsen sum mátti ásanna, at enn einaferð vóru teir í ÍF ov stuttir móti Víkingi. Ólavur Larsen er takksamur fyri tann leiklut Martin Danielsen hevur havt í málinum hjá ÍF seinnu umførini, men nú hann riggar av í Fuglafirði verður fyrsta uppgávan at útvega ein málverja til dystirnar í seinnu hálvu.