##med2##
Norðoyingar og Fótbólts-Føroyar kunnu iðra seg aftaná, at KÍ datt út úr Europa Conference League kappingini aftaná brotssparkskapping.
2-1 sigurin aftaná 120 minuttir gevir tó Føroyum 250 UEFA Ranking stig, og gjørdist samlaða úrtøkan hjá okkum 2.250 stig, ið er eitt av betri árunum hjá føroyskum fótbólti í Evropa.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra Trónd Arge siga frá teimum trimum málunum, teimum avgerandi brotsspørkunum, og eina stutta samanumtøku av avrikinum hjá KÍ.
KÍ – Ballkani Kosovo 2-1 (0-0)
1-0: Mads Bo Mikkelsen 55.
1-1: Ermal Krasniqi 82.
2-1: Patrick Da Silva 89.
-------------------------------
BROTSSPARKSKAPPING:
1-0: Jóannes Bjartalíð
1-1: Armend Thaci
1-1: Anders Sølvsten Holvard málverjin bjargar
1-2:
2-2: Óli Eyðsteinsson Poulsen
2-3:
2-3: Jóannes Kalsø Danielsen - framúr málmansbjarging
2-3: bólturin verður sendur væl omanfyri málið
3-3: Jákup B. Andreasen
3-4:
Ballkani er samantaldur vinnari við 8-7 eftir brotssparkskapping.
KÍ: Mathias Rosenørn – René Shaki Joensen (Jóannes K. Danielsen, 86.), Deni Pavlovic, Heini Vatnsdal, Patrick Da Silva – Claes Philip Broberg (Anders Sølvsten Holvard, 86.), Mads Bo Mikkelsen, Jákup B. Andreasen – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Jóannes Bjartalíð
Á beinkinum: Meinhardt P. Joensen, Géza Túri, Dmytro Lytvyn, Jesper Brinck, Jonn Johannesen, Dávid B. Andreasen, Børge Petersen, Valerijs Sabala, Óli Eyðsteinsson Poulsen
Gult kort: Jákup B. Andreasen, Deni Pavlovic
Venjari: Mikkjal K. Thomassen