FM1: Hoyr sigursmálið, liðskiparan og høvuðsvenjaran

(FM1) Hoyr Atla Gregersen og Jóhan Petur Poulsen seta orð á 1-0 sigurin hjá Víkingi á Europa FC á Tórsvølli í kvøld

##med2##

 

Víkingur vann tíverri bara 1-0 á Europa FC úr Gibraltar í fyrru uppgerðini í Europa Conference League undankappingini. Ein sigur uppá trý og fýra mál hevði ikki verið óuppiborið, tí málmøguleikarnir vóru avgjørt til staðar. Tað gjørdist ein frísparksperla hjá Olaf Bárðarsyni, ið gjørdist munurin millum liðini.

 

Víkingur – Europa FC 1-0 (0-0)

 

1-0: Olaf Bárðarson 51.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr frásøgumannin, Trónd Arge og viðmerkjaran, Hans Jørgen Djurhuus siga frá framúr vakra sigursmálinum hjá Olaf Bárðarsyni.

 

2) Hoyr Hans Jørgen taka samanum avrikið, ið var munandi betri í seinna hálvleiki. Hans Jørgen heldur tó, at Víkingur hevur nóg mikið av kvaliteti til at vinna seg víðari í kappingini.

 

3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við liðskiparan hjá Víkingi, Atla Gregersen sum er nøgdur við tað fleiri av ungu evropeisku debutantunum hjá Víkingi vístu í kvøld. 

 

4) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við høvuðsvenjaran, Jóhan Petur Poulsen sum longu hevur fokus á seinna dystin í Gibraltar, ið verður spældur hósdagin 14. juli klokkan 16 føroyska tíð. 

 

 

 

Víkingur-Europa FC 1-0 (0-0) - Hoyr sigursmálið, samanumtøku og samrøður við Atla Gregersen og Jóhan Petur Poulsen

Víkingur-Europa FC 1-0 (0-0) - Hoyr sigursmálið, samanumtøku og samrøður við Atla Gregersen og Jóhan Petur Poulsen