TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina sum var beinleiðis á FM1 fyrrapartin.
"Jól í KC" var send frá kontórinum hjá Halldóri hjá Kathrinu Christiansen í miðbýnum í Havn. Sent var millum klokkan 10 og 12 fyrrapartin.
Verturin, Petur Zachariassen hevði fyrra tíman dugnaligu sangararnar, Signar í Homrum og Jens Marna Hansen á gátt. Prátað var um teirra yrkisleið sum tónlistarmenn, og prátað var eisini um hvussu Signar og Jens Marni halda jól. Tíð var eisini til at taka eina hugtakandi duett, har Jens Marni og Signar enn einaferð prógvaðu seg sum dugnaligir sangarar.
Seinna tíman vitjaðu Hilmar Jan Hansen og Heri Simonsen til eitt prát um jól, jólahald, undirhald og herming, og var lagið gott á monnum hendan senditíman.