FM1: Í ÍF eru tey heldur nøgdari við javnleikin enn í NSÍ

(FM1) Hoyr virkandi høvuðsvenjararnar, Agnar Prestá (ÍF) og André Olsen (NSÍ) seta orð á 1-1 javnleikin í Fløtugerði í Fuglafirði

Savnsmynd

Savnsmynd

##med2##

 

Agnar Prestá hjá ÍF og André Olsen hjá NSÍ eru fyribils ósigraðir sum høvuðsvenjarar í Betrideildini. Tað kann staðfestast aftaná 1-1 javnleikin millum liðini í Fløtugerði í Fuglafirði í dag.

 

ÍF - NSÍ 1-1 (1-1)

 

1-0: Steinbjørn Olsen (3.)

 

1-1: Jacob Trenskow (6.)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr samrøðuna hjá FM1 við Agnar Prestá, ið er stoltur av sínum monnum aftaná eitt gott avrik. Í mun til gongdina í seinastuni í landskappingini kunnu Agnar og hansara menn væl og virðiliga brúka javnleikin móti ÍF.

 

2) Hoyr samrøðuna hjá FM1 við André Olsen sum ásannar, at talan var um tvey mist stig í stríðnum hjá NSÍ at røkka topp-4. André er kortini fegin um, at liðið hjá honum megnaði at svara aftur beinavegin tá ÍF legði seg á odda í triðja minutti. 

 

 

 

Savnsmynd

Savnsmynd