##med2##
Tað var við blandaðum kenslum, at spælarar og viðhaldsfólk hjá ÍF koyrdu úr Norðragøtu til Fuglafjarðar aftaná ein góðan 2-1 sigur á grannunum úr Víkingi.
Tí í sigursgleðini kann annar av venjarunum hjá ÍF, Hans Jørgen Djurhuus sum venur Betrideildarliðið saman við Ólavi Larsen staðfesta, at dugnaligi málverjin hjá ÍF, Milos Budakovic hevur slitið krossbandið. Hetta er eitt afturstig fyri ÍF, men Hans Jørgen slær fast, at hann og Ólavur hava dugnaligt fólk á beinkinum, og er Hans Jørgen væl nøgdur við avrikið hjá Jákupi N. Olsen sum kom inn at verja málið hjá ÍF tá Milos fór út við skaða.
Annars dylur Hans Jørgen ikki, at fyri hann og allan ÍF-hópin er tað ótrúliga stórt at vinna á Víkingi. Tá talan er um eina grannauppgerð má stríðast, og tað heldur Hans Jørgen avgjørt, at ÍF gjørdi í kvøld.
- Tað er lekkurt at vinna í Gøtu, sigur ein fegin Hans Jørgen Djurhuus.
Víkingur – ÍF 1-2 (0-0)
0-1: Gundur E. Petersen 60.
0-2: Uros Stojanov 73.
1-2: Finnur Justinussen 80.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Hans Jørgen Djurhuus.
HER ber til at hoyra: 1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum trimum málunum, ið komu í dystinum Víkingur-ÍF 1-2 (0-0). 2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við liðskiparan hjá ÍF, Jan Ó. Ellingsgaard. 3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Eyðun Klakstein.