FM1: Málini hjá HB og samrøða við Heimir

(FM1) Hoyr hvussu HB tryggjaði sær sigurin ímóti Skála, og hoyr samrøðu við høvuðsvenjaran hjá HB

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Trónd Arge siga frá báðum málunum HB fekk ímóti Skála, tá HB á heimavølli vann 2-1 á Skála.


2) Hoyr samrøðuna, ið var gjørd við høvuðsvenjarin hjá HB, Heimir Guðjónsson í sendingini "Triði Hálvleikur" á FM1.

 

Heimir Guðjónsson viðgongur, at tað stóð á gomlum nøglum hjá HB í dag, og teir skulu verða glaðir fyri at hava fingið sigurin til høldar. Men talan var um ein sera týdningarmiklan sigur. Aftaná tapið ímóti NSÍ á ólavsøku var tað týdningarmikið hjá HB at reisa seg aftur.

 

Heimir Guðjónsson heldur, at summarsteðgurin hevur ikki verið góður fyri HB, ið hevði tað Heimir nevnir "momentum" í kappingini áðrenn liðini fóru í summarfrí. Sum spælari og venjari heima í Íslandi er Heimir slettis ikki vanur við, at kappingin fer í summarfrí. Nú gleðir íslendski venjarin seg til stóra dystin ímóti KÍ á Summarfestivalinum í Klaksvík um fimm dagar. 

 

Frásøgnin hjá Tróndi Arge av málinum hjá Skála, og samrøðan FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Skála, Eyðun Klakstein hoyrast HER