FM1: Martin K. Joensen og Pætur D. Jacobsen um Víking-Skála 4-2 (3-1)

(FM1) Hoyr unga áleyparin hjá Vìkingi og veteranin hjá Skála seta orð á dystin Víkingur-Skála 4-2 (3-1)

Savnsmynd

Savnsmynd

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Árni Gregersen gjørdi við Martin Klein Joensen hjá Víkingi, og samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Pætur Dam Jacobsen hjá Skála um dystin í 5. umfari Víkingur-Skála 4-2 (3-1).

 

Víkingur-Skála 4-2 (3-1) 

1-0 Arnbjørn Svensson (4.)

2-0 Olaf Bárðarson (14.)

3-0 Martin Klein Joensen (28.)

3-1 Poul Kallsberg (33.) 

3-2 Poul Kallsberg (61.)

4-2 Sølvi Vatnhamar (79.)

Martin Klein Joensen heldur, at teir við tveimum teimum seinastu sigrunum á Skála og B36 eru veruliga komnir í gongd. Pætur Dam Jacobsen er sera misnøgdur við fyrsta hálva tíman har Skála var aftanfyri 0-3, men hann finnur nakað av troyst í, at liðið megnaði at svara aftur og fáa spenning í uppgerðina aftur. 

Savnsmynd

Savnsmynd