FM1: NSÍ-Skála klokkan 18.30 og KÍ-AB klokkan 19 í kvøld

Frásøgumenn hjá FM1 eru Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal

Tríggir dystir, ið skuldu verða leiktir í 18. umfari í Betrideildini hjá monnum eru framskundaðir. Hetta tí KÍ, NSÍ, HB og B36 skulu spæla dystir í Europa League og Champions League undankappingunum.

Í kvøld møtast NSÍ og Skála í komunalari grannauppgerð við Løkin í Runavík. Tann dysturin byrjar klokkan 18.30. Klokkan 19 taka verandi FM-vinnarar, KÍ móti AB við Djúpumýru norðuri í Klaksvík.

Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal siga beinleiðis frá dystunum í Runavík og í Klaksvík.

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá báðum dystunum í samstarvi við dystir. fo.

Samrøður og hæddarpunkt koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.

Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 98,7 og FM 91,7 í Suðurstreymoy og Nólsoy, FM 93,9 á Skálafjørðinum, FM 88,7 í Klaksvík, Leirvík og Gøtu og FM 95,5 í Kollafirði og í Sundalagnum.