FM1: Ósá og Teitur hava havnarliðini sum FM-favorittar

(FM1) Hoyr stóra Fótbóltspanelið, ið var á FM1 seinnapartin, har Jákup Ósá og Teitur Joensen mettu um Betrideildina hjá monnum 2020

Hvørki Jákup Ósá hjá bolt.fo og hjá Norðlýsinum ella Teitur Joensen, viðmerkjari hava KÍ sum FM-favoritt í 2020.

Jákup Ósá hevur HB sum FM-favoritt og Teitur Joensen hevur B36 sum FM-favoritt.

Saman við vertinum, Tróndi Arge mettu Jákup Ósá og Teitur Joensen hvørja endastøðu tey 10 liðini í Betrideildini hjá monnum fara at fáa í 2020.

Teitur og Jákup mettu eisini um fyrsta umfarið í landskappingini, har allur dystirnir byrja klokkan 15 sunnudagin:

KÍ-HB (FM1 sigur frá dystinum)

Víkingur-ÍF (FM1 sigur frá dystinum)

NSÍ-Skála

AB-TB

EB/Streymur-HB

HER  ber til at hoyra STÓRA fótbóltspanelið, ið vit hava lagt út á SoundCloud á hesum sinni.