FM1: Samrøður við ársins ungu spælarar

(FM1) Góða talentmennandi arbeiði hjá Víkingi sást aftur tá ársins ungu spælarar vóru heiðraðir

##med2##

 

Í Eysturkommunu kunnu tey stórfegnast um, at Víkingur eigur ársins unga spælara í Betrideildini hjá bæði monnum og kvinnum.

 

Víkingur hevur gjørt nógv við talentmenningina, og tað sæst aftur við sera evnaríkum spælarum á báðum Betrideildarliðunum hjá Víkingi.

 

Bert 16 ára gamla Rakul Sørensen og 20 ára gamli David Geza Turi eru ársins ungu spælarar í føroyskum fótbólti 2021. Upprunaliga ungarski David vónar at kunna fáa møguleikan at spæla fyri føroyska landsliðið skjótt.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra løtuna tá ársins ungu spælarar vóru heiðraðir, og samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Rakul Sørensen og David Geza Turi.