Tónleikasendingin hjá Sharon Sivertsen og Monu Poulsen, "Flashback" byrjar ein tíma fyrr enn vanligt á FM1 í morgin.
Orsøkin er, at FM1 stillar yvir til Tórsvøll klokkan 13.55, har Tróndur Arge fer at siga beinleiðis frá U21 EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Norðurmakedonia.
Tað eru Sharon Sivertsen og Mona Poulsen sum eru vertir í tónleikasendingini "Flashback"
Í sendingini verður spældur tónleikur frá 80´unum, 90´unum og 00´unum.
Sendingin er vanliga hvønn týsdag millum klokkan 14 og 15. Í morgin tó millum klokkan 13 og 13.55.