Sunnudagin klokkan 16 byrjar HM í fótbólti við setanardystinum millum vertslandið, Katar og Ekvador.
FM1 fer at gera nógv burturúr HM í fótbólti komandi vikurnar, og seinnapartin í dag verður ein stór undansending uppá tríggjar senditímar.
Petur Jákup Heinesen frá FM1 greiðir soleiðis frá: - Vit byrja fríggjadagin við HM-upptakt á Biskupstorginum í Klaksvík millum klokkan 13 og 16. Har verður tað eisini møguleiki hjá lurtarunum at lurta á staðnum og seta spurningar til gestirnar. Til ber eisini at seta spurningar við at sms’a spurningar og viðmerkingar til nummar 559999. Vit á FM1 fara eisini at burturluta nakrar vinningar. Eg og Rúni á Reynatrøð vera vertir, og gestir fríggjadagin á Biskopstorginum vera Jóan Pauli Jacobsen og Jógvan Sólheim Heinesen. Annars vera HM-sendingar hvønn gerandisdag millum klokkan 11 og 12 á FM1. Hetta verður frá mánadegnum 21. november og heilt fram til mánadagin 19. desember, dagin eftir HM-finaluna. Eg og Rúni á Reynatrøð koma eisini at vera vertir til tær sendingarnar, greiðir Petur Jákup Heinesen frá.