FM1 sigur frá B68-HB klokkan 18 í kvøld

Talan verður um fyrsta dystin hjá HB uttan Jonas Dal Andersen við róðrið

Fjórði dysturin í 15. umfari verður leiktur á Svangaskarði á Toftum í kvøld.

 

Talan er um dystin millum B68 og HB, ið skal royna at reisa seg aftaná Champions League vónbrotið móti Inter D´Escaldes úr Andorra. 

 

Talan verður eisini um fyrsta dystin hjá HB aftaná høvuðsvenjarin, Jonas Dal Andersen kastaði handklæðið í ringin.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Ljóðsamrøður og hæddarpunkt koma út á in.fo aftaná dystin. 

 

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo