FM1 sigur frá EB/Streymur-07 Vestur klokkan 15

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum

Klokkan 15 seinnapartin verður ein týðandi dystur leiktur í botnstríðnum í Betrideildini. 

 

EB/Streymur við 15 stigum tekur móti 07 Vestur, ið hevur 14 stig. Tann sum vinnur dystin kann fáa luft niður til næstaftasta plássið har ÍF liggur við 12 stigum.

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.

 

Hæddarpunkt og ljóðsamrøður koma út á in.fo aftaná dystin.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo

 

 

 

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.