FM1: Soleiðis bjargaði Ronnie einum stigi og kostaði tvey onnur

(FM1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá Tróndur Arge segði frá hæddarpunktunum í dystinum EB/Streymur-ÍF 1-1 (0-1)

##med2##

Ronnie Møller Iversen kundi blivið ein risastór hetja í sínum fyrsta betrideildardysti fyri EB/Streym, ið tók móti ÍF í dag.

Fyrst javnaði Ronnie Møller Iversen til 1-1 tá níggju minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.

Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat fekk danskarin møguleika at skora sigursmálið til 2-1 uppá brotsspark, men hann sendi bóltin uppum málið hjá Jákupi Nolsøe Olsen, og dysturin endaði við javnleiki 1-1. 

Fyri Ronnie Møller Iversen gjørdist dysturin ein "Jekyll and Hyde" framførsla, sum bretar plaga at taka til. 

Í fyrra hálvleiki legði toppskjúttin í Betrideildini 2020 Uros Stojanov á odda 1-0.

EB/Streymur-ÍF 1-1 (0-1)

0-1 Uros Stojanov (39.)

1-1 Ronnie Møller Iversen (81.)

Komandi sunnudag tekur ÍF móti TB í Fløtugerði í Fuglafirði. EB/Streymur tekur sama dag móti Víkingi í Hólmanum á Eiði.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá hæddarpunktunum í dystinum á Eiði. 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjararnar, Jákup Martin Joensen hjá EB/Streymi og Ólavur Larsen hjá ÍF. 

##med3##

(Hæddarpunktini: EB/Streymur-ÍF 1-1 (0-1))