FM1: Soleiðis staðfesti H71 oddasessin í Burn-mansdeildini

(FM1) Hoyr unga 12-málsskjúttan hjá H71, Róa Ellefsen á Skipagøtu og hjálparvenjaran hjá Neistanum seta orð á 31-26 (13-13) sigurin hjá H71

##med2##

H71 staðfesti oddasessin í Burn-mansdeildini við at vinna 31-26 á Neistanum á útivølli. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13. 

Greiður toppskjútti hjá H71 var ungi Rói Ellefsen á Skipagøtu, ið skoraði heili 12 mál fyri H71 í dag. Peter Krogh skoraði sjey mál fyri H71.

Toppskjúttar hjá Neistanum vóru Julian J. Kragesteen og Rasmus Søby við sjey málum hvør.

Í Kollafirði vann KÍF 29-25 (13-10) á StÍF. Toppskjúttar hjá KÍF vóru Nikolay Bliznov við 10 málum og Hans Eli Sigurbjørnsson við sjey málum. 

Toppskjúttar hjá StÍF vóru Pætur Johansen við níggju málum og Ivan Mrdalo við fimm málum. 

Í Klaksvík vann VÍF stórsigur 41-27 á Team Klaksvík.

H71 er greitt oddalið við 17 stigum. VÍF er nummar tvey við 15 stigum, og Neistin er á triðja plássi við 12 stigum. KÍF hevur 11 stig. Team Klaksvík hevur sjey stig, StÍF seks stig og Kyndil er aftast við fýra stigum. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá seinastu løtuni av dystinum. 

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við ein sera fegnan 12-málsskjútta hjá H71, Róa Ellefsen á Skipagøtu, ið kann staðfesta eitt gott avrik, serliga í seinna hálvleiki. 

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við hjálparvenjaran hjá Neistanum, Finnur Hansson sum heldir, at serliga løtan í seinna hálvleiki tá H71 skoraði fimm ferðir uttan, at H71 svaraði aftur var avgerandi.

(Neistin-H71 26-31 (13-13). Hoyr dystarendan og samrøður við Róa E. á Skipagøtu og Finnur Hansson)