FM1: Soleiðis vann B36 stórsigur á FM-vinnarunum

(FM1) Hoyr Trónd Arge siga frá teimum átta málunum á Tórsvølli, og hoyr høvuðsvenjaran, Jákup á Borg og Michal Przybylski seta orð á stórsigurin

##med2##

B36 spældi sín besta dyst hetta kappingarár á nýggja fyribils heimavøllinum, Tórsvølli tá teir møttu KÍ í dag. Dysturin endaði við stórsigri 6-2. 

B36 – KÍ 6-2 (3-1)

0-1: Jákup B. Andreasen (6.)

1-1: Sebastian Pingel (22.)

2-1: Michal Przybylski (30.)

3-1: Michal Przybylski (35.)

3-2: Ole Erik Midtskogen (53.)

4-2: Sebastian Pingel (58.)

5-2: Alex Mellemgaard br. (65.)

6-2: Hannes Agnarsson (90.)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum átta málunum sum komu í dystinum á Tórsvølli. Teitur Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina. 

2) Hoyr Teit Joensen taka samanum eitt framúrskarandi avrik hjá B36. Teitur staðfestir, at B36 hevur framúr góðar offensivar kvalitetir á liðnum, og tað bilar minni, at liðið fær nøkur mál ímóti sær tá so nógv verður skorað í hinum endanum. Teitur væntar, at hetta var ein einkultur niðurtúrur hjá KÍ, og hann væntar eitt aftursvar frá FM-vinnarunum skjótt.

3) Hoyr ein ovurfegnan høvuðsvenjara hjá B36, Jákup á Borg í samrøðu við Trónd Arge seta orð á framúrskarandi avrikið hjá sínum monnum í dag, ið hann heldur hava alt rós uppiborið í dag. 

4) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við tvímálsskjúttan hjá B36, Michal Przybylski sum als ikki hevði væntað ein so stóran sigur í dag. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen. 

(B36-KÍ 6-2. Hoyr málini, hoyr Teit Joensen taka samanum, og hoyr samrøður við Jákup á Borg og Michal Przybylski)