FM1: Soleiðis søkti Sølvi NSÍ og setti persónligt málmet

(FM1) Hoyr Klæmint A. Olsen og Sølva Vatnhamar seta orð á 3-1 sigurin hjá Víkingi við Løkin

Sølvi Vatnhamar hevur skotið 15 mál fyri Víking í Betrideildini hetta kappingarárið

Sølvi Vatnhamar hevur skotið 15 mál fyri Víking í Betrideildini hetta kappingarárið

##med2##

 

Sølvi Vatnhamar gongur undan fyri at halda Víkingi inni í FM-stríðnum. Í dag skoraði Sølvi tvey mál, tá Víkingur vann 3-1 á NSÍ við Løkin í Runavík. Sølvi hevur higartil skotið 15 mál í Betrideildini hetta kappingarárið, ið er met. Gamla metið var 14 mál í einum kappingarárið. 

 

NSÍ – Víkingur 1-3 (0-1)

 

0-1: Sølvi Vatnhamar (18.)

 

0-2: Gunnar Vatnhamar (38.)

 

0-3: Sølvi Vatnhamar (86.) 

 

1-3: Beinir Nolsøe (90.) 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig siga frá teimum fýra málunum.

 

2) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við liðskiparan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen sum hóast tapið kann gleðast um, at í dag var NSÍ munandi betri við enn í seinasta dystinum móti Víkingi tá teir 8. mai taptu 0-3 í Sarpugerði.

 

3) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við tvímálsskjúttan hjá Víkingi, Sølva Vatnhamar, ið sigur seg hava tikið við góðum ráðum frá Klæminti A. Olsen, tá ræður um at skjóta mál frá langari frástøðu. 

 

Sølvi Vatnhamar hevur skotið 15 mál fyri Víking í Betrideildini hetta kappingarárið

Sølvi Vatnhamar hevur skotið 15 mál fyri Víking í Betrideildini hetta kappingarárið

NSÍ-Víkingur 1-3 (0-2) - Hoyr málini og samrøður við Klæmint A. Olsen og Sølva Vatnhamar

NSÍ-Víkingur 1-3 (0-2) - Hoyr málini og samrøður við Klæmint A. Olsen og Sølva Vatnhamar