FM1 valtjak mikudagin millum Jóhannis Joensen (C) og Erhard Joensen (B)

Árni Gregersen verður vertur

Seinnapartin mikudagin klokkan 16.05 skipar Árni Gregersen aftur fyri einari valtjaks-hólmgongu millum tvey valevni.

 

Valevnini sum tjakast hesaferð vera Jóhannis Joensen úr Javnaðarflokkinum og Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum.

 

Lurtararnir kunnu seta spurningar til Jóhannis og Erhard. Hetta verður gjørt við at ringja til nummar 200202, ella við at senda eitt sms til nummar 559999.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo