FM1: Veteranbronsa hevði kunnað verið gull

(FM1) Hoyr ein av yngru landsliðsveteranunum, Jákup á Borg seta orð á Veteran Cup kappingina í Futsal/Five a Side, har Føroyar endaðu á einum bronsuplássi

##med2##

- Kurt (Mørkøre red.) hevur vitað um hesa kappingina (Veteran Cup) í átta ár, og hann átti at havt fyrireikað okkum betri taktiskt uppá mótstøðuna. Hevði hann gjørt tað so høvdu vit vunnið. Orðini eigur 40 ára gamli Jákup á Borg, ið var ein av teimum yngru á føroyska veteranlandsliðnum, ið vann bronsukrónur í Veteran Cup kappingini í Lærdaløyri fyri norðurlendsk landslið í Futsal/Five a Side í Lærdalsøyri í Sogn og Fjordane í Noregi.

Føroyar byrjaðu illa, men arbeiddu seg upp dyst fyri dyst. Fyrst taptu Føroyar greitt 2-6 móti Noregi, síðani heiðurligari 3-5 móti Danmark, men júst tað tapið ergrar Jákup á Borg nógv. Ígjár kom so fyrstu sigurin, tá Føroyar vunnu 4-3 á Finnlandi, og tað endaði væl við einum knúsandi 7-2 sigri á Íslandi. 

Jákup á Borg er ivaleysur í, at vóru føroysku veteranarnir betri fyrireikaðir høvdu teir kunnað koppað Noregi og Danmark. Jákup greiðir eisini frá, at meðan Føroyar møtti við monnum, ið allir eru yvir 40 ár, so høvdu norðmenn og danir yngri menn á liðnum at renna fyri seg, men føroyska veteranlandsliðið fer ikki at kæra um hetta.

Jákup á Borg vónar, at føroysk veteranlandslið og old boys og old girls landslið kunnu sleppa til altjóða kappingar, men so má FSF koma inn í myndina, staðfestir Jákup.

- Slíkar landsliðkappingar høvdu verið ein góð viðurkenning til gamlar landsliðsspælarar, at tey eru ikki gloymd í øllum tí tey hava givið føroyskum fótbólti, sigur Jákup á Borg. 

Teir sum mannaðu føroyska veteranlandsliðið saman við Jákupi á Borg vóru Kári Reynheim, Jens Martin Knudsen, Allan Mørkøre, Kurt Mørkøre, Julian Johnsson, Todi Jónsson og Christian Høgni Jacobsen.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðu, ið FM1 hevði við Jákup á Borg aftaná lokna kapping í Lærdalsøyri. 

(Samrøða við Jákup á Borg um Veteran Cup 2020 í Lærdalsøyri í Noregi)