FM1: Vit kunnu ikki gera meiri enn at vinna

Tað sigur Teitur M. Gestsson, sum eisini heldur at fleiri føroyskir spælarar spæla á ov lágum stigi

##med##

Tað er í kvøld klokkan 19.45, at besta manslandsliðið hjá Føroyum spælir seinna venjingarlandsdystin á hesum sinni. Hann verður móti Liktinstein á Tórsvølli.

 

Teitur M. Gestsson, sum spældi allan dystin móti Íslandi, iðrar seg um at vit taptu dystin. Hann heldur tó fyri, at dysturin prógvar eisini, at føroysku spælararnir spæla á ov lágum stigi.

 

– Vit spæla móti spælarum, sum spæla í størri feløgum og tjena eini 300 túsund krónur um mánaðin. Eg haldi at dysturin vísur, at ov nógvir spælarar hjá okkum spæla á ov lágum stigi, tí vit hava eisini góða spælarar, sigur Teitur M. Gestsson, sum er greiður yvir, at dysturin móti Liktinstein helst skal vinnast.

 

– Vit kunnu ikki gera annað enn at vinna dystin. Um vit skora upp á okkara kjansir, so skulu vit nokk vinna, sigur Teitur M. Gestsson.

 

FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum í kvøld. FM1 byrjar at senda klokkan 19. Dysturin byrjar klokkan 19.45.

 

##ms##