FNU skrivar, at fundurin savnaði umboð fyri náttúru- og umhvørvisfelagsskapir úr øllum
Norðurlondum.
Álvarsom støða fyri náttúru- og umhvørvisvernd í Norðurlondum
Høvuðsevnið á fundinum var vaksandi trýstið á náttúru- og
umhvørvisverndarfelagsskapir, tíðindafólk, embætisfólk og granskarar í fleiri
norðurlondum. Trýstið kemur bæði frá politisku skipanini og nýggjari lóggávu innan
ES, ið hóttir borgaraliga luttøku og frælsi at virka innan náttúru- og umhvørvisvernd.
Felags áheitan á norðurlendsku landsstýrini
Felagsskapirnir vóru samdir um at heita á norðurlendsku stjórnirnar um at verja
grundleggjandi rættindi og treytir fyri virknari náttúru- og umhvørvisvernd. Áheitanin
fevnir um fýra høvuðspunkt:
1. Verja tann demokratiska leiklutin hjá umhvørvisfelagsskapum
Tryggja, at umhvørvisfelagsskapir og teirra limir hava fullan rætt at luttaka í
almennum kjaki, menning av politikki og rættarligum viðgerðum av náttúru- og
umhvørvismálum.
2. Arbeiða fyri skrivi- og talufrælsinum hjá náttúru- og umhvørvisverndarfeløgum
Arbeiða ímóti retorikki og politikki, ið ógilda týdningin av arbeiðinum
hjá náttúru- og umhvørvisfelagsskapum og tryggja fólki rætt til reina luft,
reint vatn og eina náttúru, ið hevur tað gott. Eisini skal tryggjast atgongd til
upplýsingar, gjøgnumskygni í avgerðum og verulig almenn luttøka í náttúru-
og umhvørvismálum.
3. Verja borgarar og rættarskipanina í náttúru- og umhvørvismálum
Taka eina greiða støðu ímóti altjóða gongdini við minkandi rúmi til
borgaraluttøku og umhvørvisaktismu. Demokratisk virði og rættarskipanin
skulu framhaldandi vera grundarlagið undir norðurlendskari náttúru- og
umhvørvisfyrisiting.
4. Tryggja støðuga og óhefta fígging til náttúru- og umhvørvisfelagsskapir
Viðurkenna týdningarmikla leiklutin hjá borgaradrivnum náttúru- og
umhvørvisfelagsskapum og tryggja, at teir ikki verða fíggjarliga forðaðir í
arbeiðinum fyri náttúru, veðurlag og umhvørvisrættvísi.
Sterkt norðurlendskt samstarv til frama fyri náttúruna og umhvørvið
Norðurlendska samstarvið innan náttúru- og umhvørvisøkið er sera týdningarmikið
fyri at styrkja felagsskapirnar og gevur eisini møguleika at læra av royndum og
arbeiðsháttum hjá hvørjum øðrum. Felagsskapirnir hittast eina ferð um árið og hava
regluligt talgilt samskifti millum fundir. Næsti ársfundur verður í Íslandi í mai 2026.
Luttakandi felagsskapir
Luttakarar á fundinum vóru:
Suomen luonnonsuojeluliitto (Finland), Natur och Miljö (Finland), Danmarks
Naturfredningsforening (Danmark), Landvernd (Ísland), Naturvernforbundet (Noreg),
Naturskyddsföreningen (Svøríki), Ålands Natur & Miljö (Áland), og Føroya Náttúru-
og Umhvørvisfelag (FNU).