Føgur líkindi at spæla fótbólt

Punktum verður sett fyri páskafótbóltinum í fagrastu líkindum

Tað er stutt millum umførini í bestu fótbóltsdeildini. Skírisdag var fimta umfar, og í dag er sætta umfar á skránni.

Tað er meiri enn so komið fyri, at kavin hevur argað á páskum. Soleiðis er tað ikki í ár, og 2. Páskadagur er kanska fagrasti dagur higartil í ár.

Í fýra plássum, har fótbóltur var á skránni skírisdag, verður aftur spælt í dag – í Klaksvík, í Fuglafirði, á Toftum og í Gundadali. EB/Streymur var á útivølli hósdagin, men í dag verður spælt við Margáir.

 

 

6. umfar

KÍ-Skála: Ransin N. Djurhuus kl. 15.00

ÍF-B36: Petur Reinert kl. 15.00

B68-AB: Dagfinn Forná kl. 15.00

EB/Streymur-NSÍ: Rúni Gaardbo kl. 15.00

HB-Víkingur: Páll Augustinussen kl. 15.00

 

 

Støðan undan 6. umfari

HB 11 stig

B36 11 stig

NSÍ 9 stig

ÍF 9 stig

KÍ 9 stig

EB/Streymur 8 stig

Víkingur 5 stig

AB 4 stig

Skála 2 stig

B68 1 stig