Føla sviðan av at koyra ov skjótt

Tríggir bilføarar fáa trivaliga bót

 


Í gjár gjørdi løgreglan umfatandi ferðmátingar í Havnini, á einum vegastrekki, har tað er loyvt at koyra 50 kilometrar um tíman.

Í hesum sambandi vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt.

Teir koyrdu allir tríggir ímillum 70 og 72 kilometrar um tíman og fyri tað fá teir 2.500 krónur í bót í part.

Bótin verður ásett eftir, hvussu nógv prosent teir koyra skjótari enn tað er loyvt at koyra.

 

Men harafturat vísti tað seg, at tann eini bilførarin hevði einki koyrikort. Hann hevur mist koyrikorið einaferð í tíðini og kundi havt tikið tað aftur, men hevði ikki fingið tað avgreitt. Hann fær so eina revsing afturat fyri tað.