- Føli ikki at eg havi mist nakað

Hóast krúnan sum Miss Earth Danmark er tikin frá henni, so er Turið Elinborgardóttir við gott mót.

Turið Elinborgardóttir. Mynd: Lydia Hansen

Fyrradagin skrivaðu fyrireikararnir fyri kappingina Miss Earth Denmark, at føroyska Turið Elinborgardóttir, ið vann heiðurin í 2015,hevur vegna heilsuávum lagt frá sær og givið krúnuna víðari til nummar tvey, Laila Karim.


Í Føroyum situr Turið Elinborgardóttir og skilur lítið av framferðarháttinum hjá felagsskapinum.


- Tað hevur verið nógv umtalað, at felagsskapurin valdi at kunngerða avgerðina við at vísa á, at eg mátti leggja frá mær vegna heilsuávum. Fólk byrjaðu beinanvegin at gita, hvat mundi verið á vási, og fleiri hildu, at eg hevði fingið staðfest krabbamein ella aðra álvarsama sjúku.


- Tey nærmastu vistu tó frammanundan, at eg var við barn. So tað er ikki mín heilsa tað er galið við, og sjálv haldi eg, at tað var óneyðugt at skriva tað soleiðis.


Tá ein Miss Earth Danmark gerst upp á vegin, má viðkomandi geva krúnuna frá sær til næsta persónin. Men Turið Elinborgardóttir metir ikki, at hon hevur mist nakað serligt, nú hon hevur givið krúnuna frá sær.


- Eg føli ikki, at eg havi mist nakað. Óansæð hvat tey siga, so vann eg heiðurin Miss Earth Danmark, og eg havi verið til altjóða kappingina í Eysturríki. Tað einasta, ið eg missi, er at eg ikki sleppi at geva krúnuna víðari til vinnaran í 2016. 

Turið Elinborgardóttir. Mynd: Lydia Hansen

Turið Elinborgardóttir. Mynd: Lydia Hansen

Turið Elinborgardóttir. Mynd: Lydia Hansen

Turið Elinborgardóttir. Mynd: Lydia Hansen

Turið Elinborgardóttir. Mynd: Lydia Hansen