Føli meg misnýttan

- Eg veit ikki meira enn tað, at hon fráboðaði mær, at hon kom í Framsókn.


Tað sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn, nú Annika Olsen er farin upp aftur í Fólkaflokkin, aftaná at hon hevur verið uttanflokkatingfólk á tingi síðani hon meldaði seg úr Framsókn í september. Tá hevði hon verið limur í flokkinum í tríggjar dagar, aftaná at hon hevði meldað seg úr Fólkaflokkinum.


Floksformaðurin forklárar, at Annika Olsen sjálv hevði spurt, um hon kundi sleppa upp aftur í Framsókn.


- Annika var hjá mær áðrenn jól, og spurdi um hon kundi sleppa uppíaftur Framsókn. Eg lovaði at viðgera tað, og tað gjørdu vit eisini í flokkinum. Aftaná tann fundin fekk hon at vita, at tað hildu vit vera í lagi. Hon svaraði síðani, at hon kom upp í flokkin í januar, og tað er tað seinasta, ið eg fekk at vita.


Tíðindini í morgun tóku tó ikki roynda politikaran á bóli, men hann er glaður fyri at málið við Anniku Olsen er liðugt.


- Eg veit ikki um tað tekur meg á bóli, tí eg havi ikki hoyrt nakað aftur. Eg havi aldrin ringt til hana, men hon hevur ringt til mín. Eg føli meg eitt sindur misbrúktan av hesum. Men hetta er liðugt og Gud havi lov fyri tí. Eg havi annað at gera enn at sita og telva við slíkum, tað tími eg slett ikki.


Tað er eingin loyna, at samstarvið millum Anniku Olsen og Poul Michelsen hevur mangan verið gott, og at tey bæði hava havt stóra virðing fyri hvørjum øðrum. Tí undrast Poul Michelsen eitt sindur yvir framferðarháttinum hjá Anniku Olsen.


- Annika og eg havi altíð arbeitt væl saman, men hetta er ein undarligur máti at vísa tí samstarvinum álit. Men her er eingin beiskleiki frá mær. Tað er fínt, at hon fer har, ið hon følir, at hon skal vera.


Bæði Jørgen Niclasen og Annika Olsen løgdu í morgun stóran dent á, at nú Annika Olsen er aftur í flokkinum, so verður hol sett á eina dagføring av flokkinum og stevniskránni.


Fáir politikarar kenna tó stevniskránna hjá Fólkaflokkinum og flokkin sjálvan betri enn Poul Michelsen, sum í fleiri ár var tingmaður fyri flokkin. Hann hevur lítið álit á, at Annika megnar at broyta nakað.


- Annika klárar ikki at broyta flokkin. Tað trúgvi eg einki uppá. Men flokkurin er ein dugnaligur flokkur upp á nógvar mátar og hevur eina góða stevniskrá, ið eg á nógvar mátar taki undir við. Eg haldi bara, at flokkurin ikki altíð hevur virkað eftir henni.