Verandi FM-vinnarar í SMS-deildini, StÍF hava fingið sín fyrsta sigur hetta kappingarárið.
Seinnapartin í dag eydnaðist tað StÍF at vinna 23-17 á VB, ið var væl við í fyrra hálvleiki. Í steðginum var StÍF á odda við bert einum máli 10-9.
VB, ið hevur tapt tveir dystir á rað á útivølli skal aftur royna seg á útivølli mikukvøldið, tá Kyndil verður mótstøðuliðið. StÍF spælir aftur á Skála komandi dyst. Hann verður móti Neistanum, mikukvøldið 29. september.
StÍF-VB 23-17 (10-9)
Málskjúttar StÍF: Haruka Gima 8, Karina B. Høgnesen 6, Guðrið Ellingsgaard 3, Rebekka Justinussen 2, Mao Otani 2, Poula Dulavík 1, Rebekka Zachariassen 1.
Málskjúttar VB: Vladana Lazendic 7, Tórun Vilhelm 3, Gurið K. Augustinussen 2, Bára K. Mortensen 2, Rannvá Johannesen 2, Durita K. Hjelm 1.
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
H71 | 1 | 38 | 18 | 20 | 2 |
STJØRNAN | 1 | 35 | 17 | 18 | 2 |
KYNDIL | 1 | 27 | 20 | 7 | 2 |
STÍF | 2 | 43 | 44 | -1 | 2 |
NEISTIN | 0 | 0 | 0 | 0 | 0 |
EB | 1 | 18 | 38 | -20 | 0 |
VB | 2 | 34 | 58 | -24 | 0 |