Í dag spælir føroyska U21 landsliðið fyrra dystin í millumspælinum í HM kappingini í Týsklandi. Mótstøðuliðið er Brasil, og við sigri kunnu Føroyar taka stórt fet ímóti víðari luttøku í kappingini.
Føroyar og Portugal hava tvey stig í part við sær í millumbólkin, har Spania og Brasil eingi stig hava við. Hetta ger, at um Føroyar vinna í dag, og Portugal fær í minsta lagi javnleik ímóti Spania, eru Føroyar komnar víðari í kappingini. Um Spania vinnur á Portugal, ella Føroyar tapa á Brasil, skal alt avgerast í spennandi umfari mánadagin.
Føroyar verða roknaðar sum favorittur ímóti Brasil í dag. Dysturin byrjar klokkan 17:00. Kringvarpið byrjar at senda kl. 16:50.