Føroyar, Danmark ella Malta

Høgni Madsen arbeiðir framvegis við at fáa greiðu á fótbóltsframtíðina

Eftir eitt torført kappingarár við EB/Streymi hevur Høgni Madsen spælt við Jammerbugt í trið bestu deildini í Danmark. Har stendur honum í boðið at halda fram, men enn leitar Høgni bæði í fjarskotnum londum og í Føroyum.

 

- Føroyar er ein møguleiki, men so flyti eg heim. Havi roynt at samantvinna lesna í Danmark við fótbólt í fjør. Tað riggaði ikki til fulnar. So um eg spæli i Føroyum komandi ár, so flyti eg heim, sigur Høgni Madsen, sum leggur afturat, at hann ikki er samráðinum við nakað felag í Føroyum í løtuni.

 

- Eg samráðist í løtuni ikki við nakað felag, men um eg flyti heim, so skal tað verða til eitt spennandi projekt, har kappast verður um FM. Tað mangli eg framvegis, sigur Høgni Madsen.

 

Umframt at hyggja upp á møguleikarnar í Føroyum og Danmark, so hevur Høgni Madsen fyrr roynt seg á maltesiskum fótbólti. Hetta er framvegis ein møguleiki.

 

- Eg havi eisini samband við nøkur fólk úr Malta um at fara at royndarvenja har, sigur Høgni Madsen, sum fyrr hevur spælt við Pieta Hotspurs í Malta.

 

29 ára gamli miðvallarin hevur fyrr spælt við ÍF, KÍ, NSÍ, GÍ og EB/Streymi.