Føroyar eru ein tjóð

? Tað er eingin, sum iv ast í, at Føroyar eru ein tjóð. Men hvat er ein føroyingur? »Ein í Føroyum heimahoyrandi dani?«. Hendan lýsing er ikki nøktandi og eigur at fáa eitt innihald, sum meingin er í. Heimarættur er ein sjálvfylgja í einari og hvørjari tjóð. Tað er okkara ábyrgd at virka fyri hesum rætti, segði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður í røðu síni á Norðoyastevnu, sum vit prenta í dag

Góðu norðingar og góðu norðoyastevnugestir.


Fyrst fari eg at takka fyri, at eg eri boðin norður til Klaksvíkar at halda røðu á Norðoyastevnu í ár. Eg eri sera fegin um henda heiður, tí eg meti ógvuliga høgt tær dygdir og tað áræði, sum fólkið her norðuri hevur víst, serstakliga tey seinastu truplu kreppuárini. Eitt tíðarskeið í søgu okkara, sum rakti øll tey serliga meint, sum høvdu hjallin og inntøkugrundarlagið á sjónum. Vit kunnu í dag í góðum norðoyastevnuhýri staðfesta, at fólkið her norðuri hevur prógvað, at tað í føroyinginum býr lívsneisti, sum eingin ódn er før fyri at sløkkja.

Í dag er aftur lív og menning her norðuri. Og tað gagnar sum kunnugt øllum Føroyum. Tí m.a. hiðani stavar ein stórur partur av tí inntøkugrundarlagi, ið ber landinum uppi. Her býr gott fólk, sum hevur prógvað, at møguleikar eru at menna okkum aftur, sama hvussu stórt hóttafallið er.

Her hava nógv hugsað um Gunnar á Líðarenda á sinni, tá ið hann fekk tvinnar kostir í at velja, annaðhvørt at flýggja úr Íslandi ella at taka bardagan upp. Á veg oman til skipið hugdi hann afturum seg niðan í líðina, og hann sá hvussu vakurt grasið spretti, tá segði hann hesi orð: »Føgur er líðin, aldri hevur hon tókst mær so føgur sum nú. Eg fari ikki«.

Áðrenn eg fari víðari í røðu míni, vil eg eisini fegin senda eina tøkk og eina serliga heilsan til ÍSB her norðuri, sum eg tíverri noyddist at svíkja fyrradagin, tá ið tað barst mær frá at vera linjuverji til fótbóltsdystin millum politikararnar. Eg eri sera hørm um, at eg noyddist at svíkja tykkum í ÍSB, tí tit gera eitt gott og mennandi arbeiði. Eitt arbeiði, sum eg ikki minst sum landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum seti stóran prís uppá.

Sum kunnugt standa truplar og fyri framtíð okkara sera avgerandi samráðingar fyri framman við donsku stjórnina um endurgjald fyri bankamálið. Tað mundi helst vera lagnunnar speisemi, ið gjørdi tað neyðugt hjá okkum at brúka allan tann danska grundlógardagin, allan fríggjadagin, at fyrireika okkum til hesar samráðingarnar.

Og eg hugsi, at tað eru mong við mær, sum fegnast um, at vit nú loksins eru komin so langt, at hettamál, sum hevur elvt til so stóran skaða í Føroyum, og sum hevur eitrað viðurskiftini millum Føroyar og Danmark so illa, at tað nú loksins tykist at kunna koma til ein sømiligan enda. Ta moralsku uppreisnina hava Føroyar longu fingið. Hana fingu vit, tá bankafrágreiðingin varð almannakunngjørd í januar í ár.

Sið okkara at hittast á stevnu til gaman og álvara og at fara á fólkafund er ein gamal og góður føroyskur siður, sum vit hava varðveitt hóast skiftandi byr á sjálvstýrisleið og hóast samfelagsligar og mentunarligar stórbroytingar.

Stevnan er ein skái, nú tað brýtur í bæði borð, og stevnan er eitt kærkomið høvi at tala til tær kenslur og tað hugflog, ið vekjast má, skulu vit megna at taka við teirri fullu ábyrgd fyri landi okkara, soleiðis sum vit hava sett okkum fyri. Og stevnan og fólkafundurin er eitt hóskandi høvi at spyrja, um vit í dagstrevi okkara eru trúgv ímóti okkum sjálvum, móti landi okkara og móti framtíðini hjá børnum okkara.

Ábyrgdin at fáa tað at bera til í hesum landi er jú okkara ? í felag. Lata vit tað upp í hendurnar á øðrum at seta kósina at fylgja í blindum. Tá verður landið avtoftað og tjóðin fokin.

Skaldið Chr. Matras sáli yrkti um Blinda liðið


1. Ganga fram í myrkri øll

tey blindu.

Ganga ymsar leiðir eftir

lyndi.

Eingin hóma málið fram

bert ganga ?

so fer blinda liðið vegin

langa.


2. So í sælum stundum

henda lívsins undur

blindir fáa megi at lata eygu

sundur

liva ríkar løtur ið leingi

minnast

sjá at allar gøtu saman

finnast.


Eisini blinda liðið fær í sælum stundum megi at lata eygu sundur.

Stevnuhaldið og fólkafundurin kann vera ein tílík løta, sum harafturat gevur stevnuni eitt veruligt innihald, ið støðugt verður endurnýggjað, so hvørt sum mál verða rokkin.

Tey, ið stríddust fyri at vinna merkinum sømdir á landi og á sjógvi, og sum eftir 20 ára stríði rukku hesum máli í 1940. Tey ætlaðu ikki, at stríðið skuldi enda tá, tað at vinna føroyingum rætt at umsita og ráða sær sjálvum sum tjóð. At byggja land endar ongantíð, at oyða land er skjótt. Stóra bókaverkið eftir Símuni Hansen sála ber heitið »Tey byggja land«. Og við honum ber til at siga, At byggja land er lív, tey byggja land, ið liva.

Síðani Heimastýrislógina er lítið hent í okkara politisku menning. Karmarnir eru sprongdir, og tíðin er farin frá hesum samstarvshátti. Greiðar stjórnarreglur mugu fáast, ið tryggja okkum sjálvsøgd rættindi, og samstundis leggja á okkum ábyrgd av egnum avgerðum. Tað er ikki ov mikið at krevja, at føroyingar ráða sær sjálvum í egnum viðurskiftum, og at krevja manna- og tjóðarrættindi vird her, eins væl og vit virða tey hjá øðrum. Men soleiðis hevur ikki altíð verið. Herferðin móti Føroyum í grindamálinum er talandi dømi um tað.

Føroyar eru ein tjóð, tí ivast eingin í. Men hvat er ein føroyingur. »Ein í Føroyum heimahoyrandi dani«. Henda lýsing er ikki nøktandi, og eigur at fáa eitt innihald sum meining er í.

Heimarættur er ein sjálvfylgja í einari og hvørjari tjóð. Tað er okkara ábyrgd at virka fyri hesum rætti. Og heimarættur eigur ikki at verða lagdur undir illgruna, hvørki í spurninginum um ríkisfelagsskapin, ella í spurninginum um at viðurkenna aðrar tjóðir. Tað hava føroyingar altíð gjørt. Og vit hava altíð kent týdningin av at samstarva við aðrar tjóðir og ikki at byrgja okkum inni.

Heimarættur er støðið undir samstarvi á jøvnum føti við onnur lond og aðrar tjóðir.

Eg nevndi grundlógardagin í áðni. Ein og hvør tjóð hevur sjálvandi rætt til at samtykkja sína egnu grundlóg.

Men í løtuni hoyrast aðrir tónar frá landinum, ið metir seg at hava heimsins mest demokratisku grundlóg. Danmark.

Vit hoyra danskar serfrøðingar og danskar politikarar, sera hugsunarsamar, við brillum niðri á hálvari nøsini úttala seg um rætt føroyinga at samtykkja sína egnu grundlóg. Teir venda tumlinum niður, og siga at tað ber ikki til, tí so skal tann danska grundlógin broytast fyrst, og tað er ógvuliga ivasamt, um undirtøka verður í danska fólkinum fyri tílíkari broyting.

Hesi sjónarmið verða endurtikin ferð eftir ferð ? eisini í føroyskum fjølmiðlum. Og tíverri verða tey ikki víst aftur. Men fyri tað um eitt sjónarmið verður ofta endurtikið, verður tað ikki rætt.

Tað er ikki neyðugt at broyta grundlógina. Eingin kann taka rættin frá einum fólki og einari tjóð at samtykkja sína egnu grundlóg.

Og tað gongur ímóti andanum í donsku grundlógini, at tað skulu vera 5 mill. danir, sum gera av, um 45000 føroyingar hava rætt til at orða og samtykkja sína egnu grundlóg. Tað sigur seg sjálvt, at soleiðis kann tað ikki vera.

At tvíhalda um hesi sjónarmið fløkir bara viðurskiftini millum Føroyar og Danmark uppaftur meira.

Í bókini Tíðargreinir skrivar Jørgen Frantz Jacobsen longu í 1926 um henda spurning soleiðis. At Føroyar av einum tilvildarleika og av kringleika hjá einum diplomati í 1814 fóru undan norsku krúnuni inn undir hina donsku, og í 1850 ? uttan at vera eftirspurdir ? komu inn undir grundlógina, ger ongan mun tjóðskaparliga. Føroyingar vóru og eru enn eitt egið fólk.

Til tess at røkka málinum verða vit viðhvørt noytt til at spreingja teir karmar, sum er, og soleiðis er í dag. Veikleikarnar hjá einum lítlum samfelag kenna vit, og hava lært av teimum. Men fyrimunirnir eru mangir. Møguleikarnir í landi, á sjógvi og í undirgrund okkara eru ótømandi, verða teir umsitnir við hógv og við skili, eins og møguleikar okkara á jøvnum føti at knýta samstarvsbond við onnur lond og aðrar tjóðir.

Á Norðoyastevnu veittrar merkið ? krossmerkið. Tað savnar og myndar okkum sum fólk og sum friðsæl, frílynt og kristin tjóð. Merkið ímyndar tað, ið orð valla megna at lýsa, alt tað sum kortini býr í hjørtum okkara, og sum vit virða og verja, uttan at taka nakað frá nøkrum.

Má megi merkisins lata eygu sundur og eggja okkum at taka við avbjóðingini.

Við hesum fari eg at takka fyri orðið og ynskja at Harrin heldur sína hond yvir land og fólk.

Góða Norðoyastevnu og gott summar.