Nýggjasti styrkislistin hjá FIFA er júst kunngjørdur í morgun, og hann vísir, at Føroyar hava gjørt eitt risalop og eru nú nummar 74 í heiminum. Hetta er eitt stórt lop, tí fyri einum mánaði síðani var Føroyar nummar 102 í heiminum, og tað var eisini besta styrkismetingin hjá Føroyum nakrantíð.
Føroyar liggja eitt nú framman fyri Finnland á styrkislistanum, og samstundis eru vit beint í hølunum á londum sum Noreg og Bulgaria.
Hetta er samstundis seinasti styrkislistin undan lutakastinum um, hvussu spælast skal í HM-undankappingini, ið byrjar komandi ár. Tað hevur við sær, at Føroyar ivaleyst koma at liggja í triðniðasta styrkispottinum, tá ið lutakastið verður seinni í hesum mánaðinum.